Í gjár gjørdi løgreglan fleiri staðir í Eysturoy, eitt nú í Søldafirði, á Skipanesi, í Gøtu og aðrastaðni.
Men hóast løgreglan kannaði fleiri bilar, vóru tað bara tríggir bilførarar, sum fingu bót.
Men talan var ikki serliga nógva ferð útyvir tað loyvda, tí annars høvdu førararnir fingið klipp í koyrikortið, ella teir kundu enntá mist tað.










