Tríggir bilførarar fáa bót

Men teir eru ikki teir einastu, sum fingu eina keðiliga heilsan frá løgregluni

Seinnapartin í gjár var løgreglan ferð at kanna ferðsluna, og úrslitið av tí var, at tríggir bilførarar fingu bót.

Hesa ferð vóru tey á Kollafjarðarleiðini og har vórðu tveir lastbilar steðgaðir og teir koyrdu báðir við uppslitnum dekkum. Tað fáa bæði eigarin, og bilførarin eina bót fyri.

Somuleiðis varð ein bilur tikin fyri at koyra og skjótt, og eisini tað fær bilførarin eina bót fyri.

Men hesir tríggir bilførararnir eru ikki teir einastu, sum hava fingið eina keðiliga heilsan frá løgregluni.

Eisini í nátt hevur løgreglan hevur nevniliga verið á ferð við skrúvublaðnum, og hevur tikið nummarplátur av bilum.

Í Havnini hava 15 bilar mist pláturnar í nátt, og norðan fyri hava seks bilar mist pláturnar.

Eina aðru náttina var løgreglan eisini á ferð og tók nummarpláturnar av fleiri bilum. Hetta ger løgreglan í sambandi við, at Akstovan hevur latið teimum ein lista við 581 bileigarum, sum ikki hava goldið vegskatt fyri seinna hálvár í ár.