Harmonikusamanstoytur var við rundkoyringina í Kollfjarðardali í gjár um klokkan 16.30. Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at stoyturin var ikki álvarsamur.
Ferðsluóhappið hendi, tá ið fremsti bilurin bremsaði. Seinni bilurin bremsaði eisini, men tann triðji bilførarin var óansin og megnaði ikki at bremsa. Hetta viðførdi, at triðji bilurin rendi upp í reyvina á tí seinna bilinum og tann seinni bilurin í tann fyrsta.
Hetta merkir so, at tann triðji bilførarin fær klipp í koyrikortið og somuleiðis eina bót. Hetta tí, at bilførarar hava skyldu til at halda neyðugu fjarstøðuna frá bilurin frammanfyri.