Seinnapartin í gjár var ein harmonikusamanstoytur í Vágum, har tríggir bilar fingu skaða. Eingin fólkaskaði var og bilarnir fingu heldur ikki størri skaða enn so, enn at teir allir tríggir fingu koyrt aftur.
Men løgreglan sigur, at tað verður helst bilførarin í tí aftasta bilinum, sum fær skyldina fyri óhappið fær 1500 krónur í bót, og klipp í koyrikortið fyri ikki at halda neyðugu frástøðuna til bilin framman fyri.