Tríggir bilar fingu skaða í harmonikusamanstoyti

Tvey fólk endaðu á Landssjúkrahúsinum

Í gjárkvøldið vórðu tvey fólk flutt á Landssjúkrahúsið eftir ein heldur sjáldsaman harmonikusamanstoyt við Gøtugjógv. Tey fingu pínu í rygginum eftir samanstoytin.

 

Løgreglan sigur, at ein bilur steðgar á vegnum tí hann skal snara til vinstru. Tveir bilar, sum koma aftan fyri hann, steðga eisini eftir forskriftunum, men tann fjórði bilurin, ein stórur, tungur jeepur, lukkaðist ikki at bremsa og rendi upp í reyvina á bilinum frammanfyri.

 

Bilurin frammanfyri varð so aftur slongdur upp á reyvina á bilinum frammanfyri, og allir teir tríggir bilarnir fingu skaða. Hinvegin fekk tann fremsti bilurin ikki skaða í óhappinum.

 

Bilar skulu altíð vera so frægt aftanfyri bilin frammanfyri, at teir lukkast at steðga, sama, hvussu hart bilurin frammanfyri bremasar. Tað gjørdi tann aftasti bilurin ikki og eftir ferðslulógini fær hann bæði klipp í koyrikortið og bót fyri tað.