Tríggir bilar fingu skaða

Óvanligur ferðsluvandi kom illa við hjá trimum bilførarum í morgun

Í morgun, mitt sum ferðslan leikaði harðast á, fingu tríggir bilar skaða uppi á Hjalla.

Men talan var um ein ferðsluvanda av tí meiri óvanliga slagnum, sum elvdi til óhappini. Tað var í einum rulluportri uppi á Hjalla, at eitt rør var loysna, ella hevði fingið skaða, so at tað stakk upp úr.

 

Avleiðingin var, at dekkini á trimum bilum, sum koyrdu eftir rulluportrinum, vórðu karvað upp.

 

Men til alla lukku misti ongin av bilførarunum tamarhaldið á bilinum í óhappinum, so tað hendi ikki meiri enn tað.

Løgreglan fekk boð um støðuna og var skjót á staðnum at leiðbeina ferðsluna, so at forða varð fyri, at fleiri óhapp hendi. Samstundis fekk Landsverk boð um støðuna, so at rulluportrið kann umvælast.