Tríggir bilar í ferðsluóhappi

Klokkan 08.21 í morgun fekk løgreglan fráboðan um, at eitt ferðsluóhapp var hent á landsvegnum oman fyri Syðrugøtu. Talan var um tilsamans tríggjar bilar, sum gjørdust partur av hendingini.

- Tveir bilar vóru á veg niðan á Gøtueið, tá ein bilur, sum var á veg oman eftir, kom yvir í skeiva síðu á vegnum. Allir tríggir bilarnir endaðu í hesum óhappi, og allir fórust so mikið illa, at nummarspjøldrini vórðu tikin av teimum øllum.

Vakthavandi sigur, at fimm fólk vóru í fremra bilinum, sum var á veg niðan á Gøtueiði, meðan førararnir einsamallir vóru í aftara bilinum á veg niðan eftir og í bilinum, sum var á veg oman eftir og koyrdi út í skeiva síðu á vegnum.

- Tvey fólk eru flutt á skaðastovuna, men vit vita ikki í løtuni, hvussu støðan er hjá teimum. Tað vóru einsamøllu førararnir í báðum bilunum, sum endaðu á skaðastovuni, meðan tey fimm fólkini í fremra bilinum á veg niðan brekkuna, sluppu øll væl frá hendingini, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn, sum leggur aftrat, at hálka var ikki orsøkin til ferðsluóhappið oman fyri Syðrugøtu í morgun.