Tað hevur verið rættiligur stormur í nátt og í óveðrinum hava tríggir bátar slitið.
Álvarsligast er støðan í Hósvík, har Kúrberg, sum hevur ligið fyri teymi, hevur slitið og er farin á land. Løgreglan sigur, at Brimil er farin á staðið at vita, hvat er at gera.
Harumframt hava ein er bátur á Eiði og ein í Norðhavnini í Klaksvík, eisini slitið, men har eru bjargingareløgini boðsend.
Eini hús í Funningsfirði, sum stóðu í gerð, hava eisini fingið skaða í storminum.