Teir seks, sum yvirlivdu mongu tímarnar í illveðri og kulda í fjøllunum við Hammerfest í Noregi, fáa nú kreppuhjálp. Tríggir 18 ára gamlir dreingir lótu lív. Løgreglan í Finnmørkini helt tíðindafund seinnapartin í dag í sambandi við vanlukkuna, tá tríggir ungir dreingir, sum vóru farnir í fjøllini við kavaskutara, doyðu úti í kuldanum.
Seks av níggju, sum leitað varð eftir, komu aftur í aftur á lívi og eru nú á sjúkrahúsi í Hammerfest. Teir, sum lótu lív, eru Stian Johansen, Mats Larsen og Andreas Jensen Hermo, allir 18 ára gamlir.
- Teir fýra, sum vóru rættiliga nógv niðurkøldir, fáa medisinska hjálp á sjúkrahúsinum - og hinir báðir eru her fyri at vera saman við teimum fýra.
Jon Are Nilsen sigur við norska Dagblaðið, at allir fáa sálarliga hjálp, og at teir eru vælkomnir at vera á sjúkrahúsinum so leingi, sum teir halda, at tørvur er á tí.









