Spælandi hjálparvenjarin hjá Víkingi, Hans Jørgen Djurhuus, verður ikki við í dag, tá Víkingur í dag spælir móti AB á Argjum í 5. umfari í Betri deildini. Hann sat uttanfyri sunnudagin, tá Víkingur vann 2-1 á B36, men hevur í gjár fingið at vita, at leikbannið er longt við tveimum dystum
Tað var í dystinum móti NSÍ í 4. umfari, at Hans Jørgen Djurhuus bleiv útvístur, eftir tvey gul kort. Eitt í fyrra hálvleiki og eitt í 75. minutti. Í dómarafrágreiðingini stendur, at Hans Jørgen Djurhuus fellir Fróða Benjaminsen og steðgar einum álopi. Tí fær hann seinna gula kortið.
Eftirfylgjandi fer miðvallarin hjá Víkingi yvir til Fróða Benjaminsen og roynir at lyfta hann upp. Tá blanda fleiri spælarar seg uppí, áðrenn Hans Jørgen Djurhuus skal hava skumpað Fróða Benjaminsen harliga í bringuna ella hálsin.
Hann hevur longu sitið uttanfyri fyrsta dystin, men skal nú eisini sita uttanfyri móti AB og EB/Streymi.