Trý á gøtuni: - Eingin fyrimunur fyri okkum

Eitt er, hvat bygdaráðið heldur og ætlar um í framtíðini. Men hvat sigur bygdarfólkið?

Vit vóru í Hvannasundi mikudagin og spurdu nøkur fólk á gøtuni í Norðdepli og í Hvannasundi.

Mai Fuglø stóð og egndi henda seinnapartin. Men fyri hana er eingin ivi um, at hon er ímóti eini samanlegging:

- Hygg bara eftir Árnafirði. Eg dugi ikki at síggja, at henda bygdin hevur havt nakran fyrimun at vera saman við Klaksvík, sigur Mai.

Hon dugir kortini at síggja, at tað kunnu vera fyrimunir við eini samanlegging. Men tað er alt treytað av, hvørjar sømdir tann minna kommunan kann fáa.

- Men sum nú er, eri eg ímóti eini samanlegging, sigur hon avgjørd.




OBS: Les eisini viðmerkingarnar hjá øðrum bygdarfólkum í teigunum "Trý á gøtuni" og greinina "Eitt sund millum bygdarfólkið"!