FERÐING
Í nøkur ár herfyri skipaði eingin fyri charter-ferðum beinleiðis úr Føroyum og suðureftir, og hóast tíðirnar í Føroyum vóru vánaligar í fyrru helvt av nítiárunum, mundi tó vera onkur, sum saknaði sólferðirnar hesi árini.
Kreppuárini hevði vanligi føroyingurin ikki ráð at ferðast, og tí hevði tað neyvan heldur loyst seg hjá føroysku ferðaskrivstovunum at skipað fyri beinleiðis ferðum suðureftir, eins og gjørt hevði verið nøkur ár frammanundan. Men sum nítiárini gingu, og tíðirnar gjørdust betur, sá Flogfelag Føroya, at nú vóru aftur møguleikar at taka hesar ferðir uppaftur.
Og beinanvegin beit á; útferðarlongsul var aftur komin á føroyingar, og nú hildu fólk seg hava ráð at ferðast aftur.
Trý ár í Salou
Trý summar á rað hevur Flogfelag Føroya skipað fyri beinleiðis ferðum niður til Salou í Spaniu, og trý flogfør hjá Atlantsflogi eru farin fullsett avstað hvørt summar. Allar hesar ferðir eru gjørdar til Salou, sum liggur nakað sunnanfyri Barcelona, har flogfarið lendir. Síðan verður farið í bussi víðari til eitt nú La Penida, sum liggur norðast, Salou í miðjuni og Cambrills, sum er syðsta plássið av hesum.
Onkur helt, tað vera undarligt, at Flogfelag Føroya ikki fleyg til fleiri støð í Spaniu ella aðrastaðni hesi árini, men líkamikið; flogførini vóru fullsett hvørja ferð, og tey mundu ikki vera so fá, sum vitjaðu Salou meira enn ta einu ferðina hesi árini.
»Kærleiksoyggin«
Í summar er so ferðamálið broytt. Nú verða tríggjar ferðir gjørdar til Mallorka ella »kærleiksoynna«, sum hon vanliga verður rópt í faldarum.
Mallorka er ein av kendastu frítíðaroyggjum, og vanliga eru ferðirnar til oynna eitt sindur dýrari enn tær, sum eru minni kendar. Lítil munur er tó á hesi ferðini, sum Flogfelag Føroya ger og hinum, sum felagið hevur gjørt árini frammanundan.
Tríggjar fráferðir verða úr Føroyum til Mallorka í summar; tann fyrsta verður 6. juli. Síðan verður farið úr Føroyum við 14 daga millumbili, til seinasta ferðin hevur verið í august.
Bíðilisti
Uni Danielsen á Flogfelag Føroya sigur, at allir ferðaseðlarnir til Mallorka-ferðirnar eru langt síðan seldir og ikki so fá fólk standa á bíðilista, um onkrum skuldi borist frá at farið.
Hann sigur, at flogið verður úr Føroyum til Palma, størsta bý á Mallorka, og møguliga verður millumlent í Skotlandi, sum Atlantic Airways plagar at gera á so longum ferðum.
Í Spaniu hevði Flogfelag Føroya fólk á staðnum at hjálpa sær, og soleiðis verður eisini, nú farið verður til Mallorka.
? Aftrat hesum eru fólk hjá okkum við á øllum hesum ferðunum, sigur Uni Danielsen.