Trý flaggdagshald

   

 

Flaggdagshald á Oyrarbakka


Flaggdagin kl. 14.00 verður flaggdagshald á Oyrarbakka. Signar á Brúnni heldur flaggrøðuna. Norðljómur spælir.

???????????????????????????????




Flaggdagshald í Runavík


Í dag kl. 15.00 skipar Runavíkar kommuna fyri flaggdagshaldi á økinum sunnanfyri býráðshúsið.

Kári P. Højgaard fer at flyta fram røðu og Nes Sóknar Hornorkestur spælir.

Skótar og ítróttarfólk ganga skrúðgongu frá ítróttarøkinum kl. 14.45

?????????????????????????




Flaggdagshald í Leirvík


Flaggdagshald verður í Leirvík flaggdagin. Skrúðgonga við skótunum á odda fer frá skótahúsinum kl. 14.30 og gingið verður gjøgnum bygdina og út á skúlaplássið har Dan Reinert Petersen heldur røðu og kór Leirvík/Gøta syngur.

Sum siður er, verður kondibingo beint eftir flaggdagshaldið, eisini verður ein serligur lutaseðil seldur.

Í skótahúsinum er møguleiki at fáa ókeypis kaffi, te og vaflir.