Trý ferðsluóhapp og ein stormskaði

Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at tíbetur er ikki nógvir skaðar at boða frá um frá storminum í gjár.

 

Ein stormskaði er fráboðaður, av Toftum. Har var tað ein tekja, sum var um at slíta seg av einum hoyggjhúsum.

 

Trý ferðsluóhapp hava eisini verið seinasta døgnið. Seinnapartin í gjár koyrdi ein bilur av vegnum á Kambsdali. Móðir og dóttir vóru í bilinum, men hvørgin teirra fekk stórvegis skaða. Vakthavandi sigur, at bilførarin fyrst víkti undan einum øðrum bili, men at tað var tá hann skuldi rætta upp aftur, at tað gekk galið, og hon misti tamarhaldið á bilinum.

 

Í morgun rendu tveir bilar saman í Kvívík. Ein bilur, sum skuldi oman til Kvívíkar av landsvegnum breyt víkiskylduna og tí rendu hann og ein, sum kom koyrandi suðureftir, saman. Heldur ikki í hesum førinum var nakar persónskaði.

 

Ein bilur fór eisini á glið á Porkerishálsi í morgin. Hált er um landið og tað kom óvart á ein bilførara har suðuri. Bilurin gleið út í autoverjuna, men ei heldur her var nakar persónsskaði.