Trý ferðsluóhapp í Hósvík

Tað liggur um frostmarkið í løtuni, og vegirnir eru sera hálir. - Heitið á fólk, ið tit vita koyra, um at koyra varliga, sigur løgreglan. Bara við Hósvík eru fýra bilar farnir Við innkoyringina til Hósvíkar liggur ein bilur við síðuna av vegnum, umframt at tveir bilar hava stoytt saman. Ein fjórði var eisini farin út av vegnum, men er longu hálaður uppaftur.

Løgreglan sigur frá Landsverki, at teir fara ikki út at salta fyrr enn í morgin tíðliga.

- Vita tit tí um fólk, ið eru úti og koyra í løtuni, eru eini ráð kanska at ávara tey.

- Hitin liggur um frostmarkið, og tá kann tað gerast brádliga hált í støðum, og tá er stórur vandi á ferð. Heitið tí á fólk um at vera serliga ansin í ferðsluni, sigur løgreglan.

Í Hósvík stoyttu tveir bilar frontalt saman umleið 300 metrar norðan fyri innkoyringina, men eingin sjónligur fólkaskaði er. Løgreglan og fimm ambulansur hava verið á staðnum, umframt fólk frá lokala sløkkiliðnum, og sum skilst eru fleiri koyrd suður á Landssjúkrahúsið til víðari kanningar.

Øll hesi ferðsluóhappini hendu innan hálvan tíma, beint eftir klokkan 22, tá tað brádliga er blivið hált í svinginum inni í sjálvari víkini. Hugsast kann at tað sama kann henda aðrastaðni.

Landsverk saltar ikki í kvøld, og er vandin tí serliga stórur fyri at vegirnir gerðast sera hálir.