Trý ferðsluóhapp innan hálvan tíma, hált sum á kalvabaki á vegnum, fýra til fimm ambulansir, umframt løgreglu og sløkkilið á staðið.
Tað tóktist næstan óveruligt í gjárkvøldið millum klokkan 22 og 23, tá tað brádliga gjørdist hált sum á kalvabaki við innkoyringina til Hósvíkar og umleið hálvan kilometur suður- og norðureftir frá innkoyringini.
Hálkan kom sera brádliga og hetta kom óvart á fólk, tí vegurin var táður aðrastaðni. Men við innkoyringina til Hósvíkar legðist brádliga ísur á vegin.
Fyrst misti ein førari, ið var á veg suðureftir, tamarhaldið á bilinum og fór við reyvini fyrst útav vegum niðan móti bygdini, umleið 60 metrar sunnanfyri innkoyringina.
Stutt eftir misti ein førari tamarhaldið á bilinum umleið 300 metrar norðanfyri innkoyringina til Hósvíkar, fór yvir í hina breytin og brast frontalt saman við ein annan bil, ið var á veg suðureftir. Meðan fólk tustu á staðið og onnur stóðu og forvitnaðust, kom brádliga enn ein bilur, ið var á veg suðureftir slongjandi eftir vegnum, inn móti bussskýlinum við Hósvík, og útav vegnum beint við bussskýlið. Hesin koyrdi hóast alt somikið spakuligt, at bara annað hjólið fór útav, og hann varð hjálptur uppaftur av fólki á staðnum.
Professjonell tilbúgving
Fyrsti bilurin fór útav vegnum stutt eftir klokkan 22, og hini ferðsluóhappini hendu stutt eftir. Longu um klokkan 22.45 var fyrsti bilurin við útrykking á staðnum, og skjótt eftir fylgdu fleiri. Løgreglan kom á staðið, og tað sama gjørdu fýra ella fimm sjúkrabilar. Sera skjótt varð gjørt av, og má sigast at hetta var sera professjonelt av tilbúgvingarliðunum.
Hóast tað sá ógvusligt út, var talan ikki um nakran álvarsligan mansskaða. Í teimum báðum bilunum, ið rendu frontalt saman, breyt førarin í árenda bilinum øsbeinið, og eitt ferðafólk hevði brotið annan armliðin.
Umframt hesi bæði, vórðu nøkur onnur ferðafólk í bilunum koyrd á Landssjúkrahúsið til eftirlit, sum vanlig mannagongd eisini er.
Førarin á tí bilinum, ið fór heilt útav vegnum sunnanfyri innkoyringina, segði seg hava rent høvdið í, men hevði tað gott hóast alt.
Løgreglan upplýsir at hann vildi sjálvur fáa bilin fluttan, og var talan tí ikki um nakran fólkaskaða har.
Samanumtikið spældi alt væl av, hóast tað ógvusligt sá út.
Landsverk vildi ikki salta í gjárkvøldið, men fólk frá Sunda Kommunu, ið komu á staðið, valdu sjálvboðin at salta landsvegin á hesum strekkinum, til tess at fyribyrgja eini størri vanlukku.
Vit hava roynt at fáa eina viðmerking frá Landsverk, um hví teir ikki saltaðu, men hetta er ikki eydnast, áðrenn blaðið fór til prentingar.