Trý ferðsluóhapp í hálkuni

Ein bilførari endaði millum sponsku hindberini hjá Skógrøktini

Fleiri bilførarar fingu í morgun eina áminning um, at hóast kavin frá farnu viku er smeltaður, so er veturin ikki lagdur afturum okkum enn. Fleiri staðni kring landið var sera hált í morgun.


Av løgreglustøðini í Havn verður upplýst, at trý ferðsluóhapp vóru í hálkuni í morgun, men at eingin fólkaskaði var.


Við skógrøktina í Hoyvíkini var ein bilur óheppin, tá hann fór á glið og endaði millum sponsku hindberini fram við vegnum. Á Oyggjarvegnum fór ein bilur á glið nærhendis Lambafelli, og endaði úti av vegnum og við Ljósá fekk ein bilur stóran skaða, tá hann somuleiðis fór á glið.


Landsverk ávarar í løtuni um hálku á hesum støðum.


Tjørnuvíkarvegurin  - kl. 09:47 Roknast kann við hálku
Streymnes  - kl. 09:48 Roknast kann við hálku
Høgareyn  - kl. 09:48 Roknast kann við hálku
Oyggjarvegur við Norðadalsskarð  - kl. 04:10 Roknast kann við hálku
Kaldbaksbotnur  - kl. 09:35 Roknast kann við hálku
Porkerishálsur  - kl. 09:47 Roknast kann við hálku