Trý feløg vilja reka bussleiðina í Sunda kommunu

Feløgini, ið hava bjóðað seg fram, eru IR Lastbilar, HK Bussar og HZ Bussar

Trý feløg vilja sleppa at reka bussleiðina í Sunda kommunu. Hesi eru IR Lastbilar, HK Bussar og HZ Bussar, sum øll trý hava bjóðað seg fram.

 

Tilboðini uppá bussleiðina í Sunda kommunu vórðu upplatin á fundi í gjár.

 

Á heimasíðuni hjá Sunda kommunu sæst hetta yvirlitið av tilboðunum frá teimum trimum feløgnum: 

 (tøl u/mvg)Ferðaætlan AFerðaætlan B
TilboðsgevariLeið 1 og Leið 2 íaltLeið 1Leið 2
IR Lastbilar540,00540,00595,00
HK Bussar409,77409,77737,00
HZ Bussar395,00395,00395,00

 

- Umsitingin skal nú gera eina innstilling til trivnaðar nevndina, sum skal taka støðu til øll tilboðini og leggja eina tilráðing fyri fíggjarnevndina. Fíggjarnevndin leggur síðan málið fyri býráðið, og roknað verður við at málið verður avgreitt í november, skrivar Sunda kommuna.

 

Ferðaætlanin hjá bussleiðini í Sunda kommunu er í tveimum, og fevnir tilsamans um bygdirnar Tjørnuvík, Haldórsvík, Langasand, Norðskála, Oyrarbakka, Oyri, Streymnes, Hvalvík og Hósvík.

 

Bussleiðin í Sunda kommunu verður nógv brúkt, og seinastu tvey árini hava millum 5. - 6.000 ferðandi verið, sambært sunda.fo.

 

Tað var í 2017, at borgarar í Sunda kommunu fingu ókeypis bussleið. Higartil hevur hetta verið ein royndarverkætlan uppá eitt ár í senn, men nú er Bussleiðin boðin út í eitt fimm ára tíðarskeið.