Trý norsk off-shore reiðaríðir hava nú almannakunngjørt eina samanlegging, ið tilsamans fer at gera tað til eitt av heimsins størstu reiðaríðum innan off-shor vinnuna.
Talan er um Farstad Shipping, Solstad Offshore og Deep Sea Supply. Tilsamans hava hesi trý feløg 154 før.
Stjórin í Farstad, Karl Johan Bakken, sigur, at fyri at verða betur fyri at klára niðurtúrin í oljuvinnuni, hava hesi trý feløg valt at fara saman í eitt.
Stjórin í Solstad, Lars Peder Solstad, sigur, at hetta er enn eitt stig á leiðini at skapa eitt av heimsins sterkastu offshore feløgum, eftir at REM Offshore í fjør legði saman við Solstad Offshore.
Aftanfyri samanleggingarnar standa millum annað Aker Capital, hvørs ánari er Kjell-Inge Røkke, og Hemen Holding, ið er stýrt av John Frederiksen. Røkke og Frederiksen eru millum ríkastu menn í Norra og báðir hava forvunnið sínar pengar innan fiski- og shippingvinnuna.









