Trúfastir tænarar í kirkjuni

GØTA: Sunnudagin komandi verður sonn hátíðargudstænasta í Gøtu kirkju. Tá verða tveir kirkjutænarar heiðraðir fyri ávikavist 40 og 60 ára tænastu í kirkjuni.

Mong eru tey sum í áravís – fyri ikki at siga alt sítt vaksna lív – hava virkað sum kirkjutænarar í føroysku fólkakirkjuni.
Tveir teirra verða heiðraðir sunnudagin – Daniel Pauli Dalbø, sum hevur verið óløntur deknur í 40 ár og Magnus Heinason hevur verið óløntur klokkari í umleið 60 ár.
Fyri hesa trúføstu tænastuna verða teir heiðraðir við “Dronningens fortjenstmedalje i sølv”. Henda heiðurin fer Jógvan Fríðriksson at handa teimum.
Við gudstænastuna fer Martin Restorff Jacobsen at prædika, eins og Ungdómskórið við Gøtu kirkju undir leiðslu av Símuni Hammer fer at syngja.


TRÚFESTI
Tveir av kirkjutænarunum við Gøtu kirkju verða heiðraðir sunnudagin