Til dømis verður ikki longur neyðugt hjá ferðafólki at standa í kø fyri at koma fram at úrvalinum av mati. Úrvalið verður skipað sum eitt sjálvtøkuborð, og tað fer at lætta munandi um trýstið, sum ofta er frammanfyri kassan, heldur kassadáman.
Eisini verða køkur og kafeteria á somu hædd umborð á nýggja Smyrli, so tað ikki verður so nógv gongd hjá køksgentunum millum hæddirnar, sum nú. Framyvir er eisini ætlanin, at arbeiðsgongdin verður skipað í skiftum millum tey ymsu catering arbeiðsøkini. Hetta fer at gera arbeiðsgongdina liðiligari vænta tær, tí tað tá verður lættari hjá eini at traðka til, um tað berst onkrari frá.
Tað reina luksus
Eisini Maureen, sum starvast í kioskini, er sera forvitin eftir at vita, hvussu hennara starv fer at verða. Sum er, verða bæði ferðaseðlar og kioskvørur seldar í kioskini, og hetta kann til tíðir vera sera strævið. Men framyvir verða ferðaseðlarnir seldir í nýggja terminalinum.
Annars gleða tær allar seg serliga nógv til nýggju kømurini, sum øll hava egið baðirúm og eru á miðdekkinum. Tað verður vorðið sum luksus, vænta tær, afturímóti núverandi kømurnum, sum eru undir bildekkinum, og har tær eru noyddar at standa í kø, tá tær skulu undir brúsu.
Gamli Smyril hevur verið eitt framúr gott arbeiðspláss, eru dámurnar umborð samdar um. Og árini, tær hava silgt við, eru ikki so fá. Frá vinstru eru tær Emilia Olsen, sum hevur verið við í 25½ ár, Randi Jacobsen í 9 ár, Fingerð Christiansen í 18 ár, Maureen Andreasen í 6 ár og Ranvá Roest, sum er eykahjálp