ÚTISETAR
Óli Johannesen, Johan B. Hansen og Atli Gregersen høvdu í vikuskiftinum ein felagsnevnara, syum teir heilt víst ikki eru serliga fegnir um. Teir eru føroyskir útisetar á donskum liðum, sum í vikuskiftinum taptu í næstbestu deildini.
Gamla felagið hjá Jákupi Mikkelsen, Herfølge, hevur ikki havt tað nakað serligt í hesum kappingarárinum. Sum hjá so mongum øðrum hevur verið neyðugt at repa seglini, og tað verður ikki mett, at felagið hevði verið nóg væl fyri at flutt uppaftur nú.
Í Hvidovre tykist blussið ikki at vera nakað serligt. Fíggjarligu trupulleikarnir og tað, at flestu spælararnir eru á veg burtur frá felagnum kveikir neyvan undir stríðshugin. Nú verður setningurin fyrst og fremst at halda niðurflytingina burtur. Tað er ivaleysa stór avbjóðing. Óli Johannesen var á liðnum, sum tapti 2?1.
Johan B. Hansen er framvegis sáttmálabundin at OB. Í fjør megnaði hann, eftir skaða tíðliga á árinum, ikki at stríða seg á besta liðið. Sannførandi gongdin í heyst og aftur í vár hevði við sær, at vánirnar fyri 1. liðs fótbólti ikki vóru nakað serligar. Tí varð Johan B. Hansen útleigaður til Fredericia. Har er setningurin at halda liðið omanfyri strikuna. Tað er framvegis ivasamt, hvussu tað fer at eydnast. Í vikuskiftinum var mótstøðuliðið HJK Sønderjylland, sum ætlar sær upp aftur í bestu deildina.
HJK vann1?0, og harvið hava teir kós uppeftir, meðan Fredericia hevur kós skeiva vegin.
Randers Freja var í Odense, og teir taptu 1?0 ímóti B1913, sum eftir fleiri ár í aldudalinum rættuliga er komið fyri seg, og tykist vera besta boðið upp á næstbesta liðið í triði størsta býnum í Danmark.










