Trý føroysk nøvn á Spot Festivalin

Føroyskir tónleikarar fara at seta sín dám á Spot Festivalin seinni í vár

Føroyskir tónleikarar plaga ofta at vera á plakatini, tá danski Spot Festivalurin hvørt ár fer av bakkastokki. Í ár er einki undantak, og higartil eru heili fýra føroysk nøvn kunngjørd.

Talan er um Gretu Svabo Bech, Leu Kampmann og Joe and the Shitboys. 

Lea Kampmann bleiv kunngjørd í dag. Um hana sigur Spot Festivalurin millum annað:

– Hennara tónleikur er melidiøsur og atmosferiskur við einum poetiskum enskum tekstuniversi. Tónleikurin kann best lýsast sum dreampoppur. 

Dreingirnir úr Joe & the Shitboys blivu eisini kunngjørdir í dag. Har sigur Spot Festivalurin soleiðis:

Biseksuellir  Punk  Veganarar  Denim overalls .

Greta Svabo Bech bleiv kunngjørd 20. februar. Um hana sigur Spot Fetivalurin m.a. soleiðis:

– Greta Svabo Bech hevur verið víða um í tónleikinum: frá at hava gjørt eitt mega-hitt við Deadmau5 til at skapa eina tónleikalegu fyri gentur í Føroyum.

Spot Festivalurin verður í døgunum 30. apríl - 3. mai í Århus.

##med3##

##med2##