Trý føroysk mál í Keflavík

Leiftur segði sannførandi farvæl til bestu deildina, og KR endurtók meistaraskapin

Í tveimum teimum seinastu umførunum vísti Leiftur tað Landssimadeildarstøði, sum teir alla tíðina hava hildið um, at teir megnaðu. Sigrarnir hava verið hugaligir, men teir hava ikki koppað tí veruleikanum, at liðið á Ólafsfirði komandi ár verður í næstbestu deildini. Um tað verður við føroyskari manning er eitt sindur óvist, men allir teir føroysku spælararnir hava sáttmála við Leiftur fyri komandi kappingarár. Tað er framvegis ikki avgjørt, hvør verður venjari í Leiftir, men sambært íslendskum fjølmiðlum bendir nógv á, at tað verður Páll Guðlaugsson.

Leygardagin vann Leiftur 5?2 í Keflavík. Føroysku spælararnir høvdu stóran leiklut. Jens Martin Knudsen vardi málið, og hinir vóru sera eyðsýndir. John Petersen setti hol á við brotssparki í 29. minutti, og Jens Erik Rasmussen økti til 2?0, tá hann í 54. minutti kom leysur við málverjanum.

Í 58. minutti lyfti John Petersen sera hegnisliga upp um málverjan hjá Keflavík, og so var 3?0 til Leiftur. Sambært Sámali Joensen so var tað heilt fjákut, tá dómarin bríkslaði fyri brotssparki, so heimaliðið kundi minka um munin til 1?3. Hetta var í 79. minutti, og tveir minuttir seinni gjørdist spenningurin uppaftur størri, tí tá minkaði Keflavík um munin til 2?3.

Síðstu løtuna trýsti heimaliðið, verjuparturin var tunnur, og Leiftur skoraði tvey mál í mótálopum. Hlýnur Jóhansson økti til 4?2 í 84. minutti, og í yvirtíðini slerdi Ingi H. Heimisson Leiftur sigurin rimmarfastan.


ÍA ein møguleika afturat

Uni Arge og ÍA vóru á útivølli í Reykjavík ímóti Fylkiri. Heimaliðið kom framum í 23. minutti, og teir øktu í 28. minutti.

ÍA stríddist, men tað var ikki fyrrenn í síðsta minutti, at Hálfdan Gíslason hjá ÍA minkaði um munin. Uni Arge var á vøllinum allar 90 minuttirnar.

Kappingarárið hjá ÍA hevur ikki verið so væl eydnað, sum teir høvdu vónað. Málið var at vinna meistaraskapin og í hvussu so er at kvalifisera seg til altjóða fótbólt. Higartil hevur tað ikki eydnast, men Uni Arge og teir hava framvegis ein møguleika. Sunnudagin skulu teir spæla steypafinalu á Laugardalsvøllinum í Reykjavík. ÍBV úr Vestmannaoyggjunum verður mótstøðuliðið.


KR meistari

Tað var stórur spenningur um meistaraskapin. KR endurvann meistaraheitið, men tað stóð nógv á. Meistaraliðið var á útivølli ímóti Stjarnuni, sum legði seg framum 1?0. KR svaraði væl og virðiliga aftur. Teir vunnu 4?1. Andri SigÞórsson var stóra hetjan, tí hann skoraði øll málini hjá KR. Tapið hevði við sær, at Stjarnan flytir niður saman við Leiftri.

KR sigurin hevði við sær, at Fylkir misti møguleikan at vinna meistaraskapin fyri fyrstu ferð. Teir fáa pláss í UEFA cup.

Fram fekk javnleik ímóti Breiðablik. Fram hevur verið í niðurflytingarvanda, men javnleikurin ber framhaldandi tilveru í bestu deildini við sær.

Grindavík vann á ÍBV í Vestmannaoyggjunum, og tað hevur við sær, at Grindavík fær bronsu.