Trý føroysk mál

Føroyskir hondbóltsspælarar hava lagt væl frá landi í Danmark.

Tveir av føroysku hondbóltsspælarunum, sum júst eru fluttir til Danmarkar at spæla hondbólt, hittust longu í allarfyrsta umfarinum av næstbestu deildini í Danmark í gjár.


Talan var um Róa Berg Hansen, sum er skiftur úr Neistanum til FIF, og Jónas G. Djurhuus, sum er skiftur úr H71 til HØJ.


Tað var heimaliðið HØJ, sum vann dystin 29-27 eftir at FIF annars hevði verið á odda 16-15 í hálvleikssteðginum.


Tað bleiv til nøkur føroysk mál í dystinum. Rói Berg Hansen skeyt tvey mál fyri FIF, meðan Jónas G. Djurhuus skeyt eitt mál fyri vinnandi liðið, HØJ.