Inniróður: Um viskuskiftið eydnaðist tað vestmenninginum Torsteini Brattaberg og fuglfjarðagentuni Bjørt á Tórgarði at tryggja føroyingum trý DM-gull í inniróðri
Leygardagin var danska meistaraheiti í inniróðri róð í Gladsaxe. Kappingin, sum nevndist Åbne Danske Mesterskaber & Fit For Rowing 2012, hevði nakrar føroyingar sum luttakarar, og eydnaðist tað teimum at vinna trý DM-gull. Torstein Brattaberg úr Vestmanna luttók í tveimum kappingum, í 2000 m og í sprint (200 m) fyri dreingir føddir 1996, og megnaði at vinna gull í báðum kappingunum. Tíðin á 2000 metrum var 6:34.0, og var hann 8 sekund frammanfyri nr. 2.Í 200-metra kappingini hevði hann tíðina 33.12. Rógvarin, sum bleiv nr. 2, hevði tíðina 33.36.
Í Fuglafirði eiga tey nú eisini ein danmarksmeistara í inniróðri. Talan er um 15 ára gamlu Bjørt á Tórgarði, sum á 2000-metra teininum í árganginum 1997 róði seg til gullmerkið. Hon luttók eisini í 200-metra spurt-teini og eydnaðist tað henni her at vinna silvur.