Talan gjørdist ikki um ein góðan dag hjá føroyingunum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Vejle, Vendsyssel FF og Fremad Amager taptu øll sínar dystir. Á vøllinum í Nørreskoven í Vejle tók Vejle við Viljormi Davidsen í verjuni imóti HB Køge. Longu tá 10 minuttir vóru farnir var galið hjá Vejle, tá Gael Ondoua hjá heimaliðnum fekk reyða kortið. Viljormur og liðfelagarnir máttu stríðast í 80 minuttir 10 ímóti 11 monnum, og tað helt heldur ikki. HB Køge vann 1-0 við einum máli, sum Alexander Bah skoraði í 43. minutti.
Meinhard E. Olsen byrjaði inni hjá Vendsyssel FF, sum tók ímóti botnliðnum Fredericia FC. Heldur óvæntað tapti heimaliðið dystin í Hjørring. Tá eitt korter var farið av dystinum skoraði Morten Bech Andersen fyri Fredericia FC, og tann leiðslan helt allan dystin. Vendsyssel FF royndi at trýsta Fredericia í seinna hálvleiki, men tað eydnaðist ikki heimaliðnum at koma á máltalvuna.
Felagið hjá Jákupi Thomsen, Skive IK tók ímóti Fremad Amager. Finnur Justinussen var við á liðnum hjá Fremad Amager frá dystarbyrjan, men tað gekk av skriðuni hjá Finni og liðfeløgunum. Skive vann ein sannførandi 4-1 sigur. Í steðginum var Skive á odda 3-1. Mike Mortensen javnaði til 1-1 fyri Fremad Amager, tá 19 minuttir vóru farnir, men Skive kom skjótt á sigurskós aftur.
Skírisdag verður føroyingauppgerð millum Fremad Amager og Vendsyssel FF á leikvøllinum í Sundby á Amager. Sama dag tekur Vejle ímóti Nykøbing. Felagið hjá Jákupi Thomsen, Skive spælir á útivølli ímóti Fredericia FC.
Støðan:
| 1 | Hobro | 25 | 14 | 5 | 6 | 47 - 26 | 47 | |
| 2 | Skive | 25 | 14 | 2 | 9 | 36 - 38 | 44 | |
| 3 | FC Helsingør | 25 | 10 | 10 | 5 | 34 - 25 | 40 | |
| 4 | FC Roskilde | 25 | 11 | 6 | 8 | 35 - 34 | 39 | |
| 5 | Vendsyssel FF | 25 | 11 | 5 | 9 | 37 - 34 | 38 | |
| 6 | HB Køge | 25 | 8 | 13 | 4 | 23 - 16 | 37 | |
| 7 | Fremad Amager | 25 | 8 | 9 | 8 | 34 - 33 | 33 | |
| 8 | Vejle | 25 | 8 | 7 | 10 | 36 - 32 | 31 | |
| 9 | Nykøbing FC | 25 | 9 | 4 | 12 | 32 - 38 | 31 | |
| 10 | Fredericia | 25 | 8 | 7 | 10 | 23 - 32 | 31 | |
| 11 | Næstved | 25 | 7 | 5 | 13 | 35 - 41 | 26 | |
| 12 | AB Gladsaxe | 25 | 4 | 3 | 18 | 25 - 48 | 15 |









