Í gjár vóru løgreglufólk frá narkotikadeildini hjá løgregluni á ferð á ymsum plássum í Havn, har tey vita, at fólk, sum fáast við rúsevni, plaga at halda til.
Og úrslitið av tí var, at trý fólk vórðu tikin fyri at hava rúsevni uppi á sær, ella at hava útgerð til at taka rúsevni, uppi á sær.
Løgreglan sigur, at talan var um smærri nøgdir, men tey eru nú skuldsett fyri at hava brotið lógina um rúsevni