Trý fólk stilla ikki uppaftur

Lisbeth. L. Petersen, Katrin Dahl og Kaj Leo Johannesen gevast við býráðspolitkki eftir hetta skeið

Fær Sambandsflokkurin somu undirtøku við komandi val, so verða minst tvey nýggj andlit at síggja. Tey bæði Lisbeth L. Petersen og Kaj Leo Johannesen hava bæði avgjørt ikki at stilla uppaftur. Katrin Dahl úr Fólkaflokkinum hevur eisini avgjørt at takka fyri seg.

Eftir hvat vit hava frætt, so stillar restin av verandi býráðspolitikarum í Havn uppaftur.

Tað er kortini ikki endaliga greitt, nær kommunuráðsvalið verður. Stendur tað upp til løgmann Anfinn Kallsberg, verður valið hesaferð tríggjar vikur framskundað til 16. november. Men hetta skal løgtingið siga sína meining um.


Ætlar sær í løgtingið

Kaj Leo Johannesen sigur við Sosialin, at hann í dag ikki hevur tíð at røkja allar sínar uppgávur til fulnar, og tí gevst hann við býráðspolitikki.

? Verður talan um politikk í framtíðini, so verður tað landspolitikkur, sigur Kaj Leo Johannesen og leggur aftrat, at áhugin serliga er fyri fiskivinnu.

Lisbeth L. Petersen váttar, at hon ikki hevur trivist væl í hesi setu, sum er hennara fjórða. Átta ár hevur hon virkað sum varabýráðsformaður og 4 ár sum formaður

? Hugurin fór longu, tá samgonga bleiv skipað, og vit vóru sett uttan fyri alla ávirkan.

Katrin Dahl ætlar sær fyrst og fremst at brúka tíðina upp á síni seks ommubørn. Hon er 65 ár og hevur verið sekstan ár í politikkinum. Fýra ár sum limur í barnaverndini og tólv ár í býráðnum.

? Nú er nokk. Men hesa tíðina vildi eg kortini ikki verið fyriuttan, sigur hon.