- Í sambandi við at lógin um miðlastuðul varð samtykt í vár, er Miðlastuðulsnevndin nú mannað. Uppgávan hjá nevndini er at býta út miðlastuðulin, sum á fíggjarlógini er 2 mió. kr., til privatar tíðindamiðlar.
Tað skrivar Mentamálaráðið í tíðindaskrivi í dag, nú Løgmansskrivstovan hevur tilnevnt limir til nevndina eftir tilmæli frá Føroyskum Miðlafólkum, Fróðskaparsetri Føroya og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya.
Hesir limir eru valdir í fyrsta trý-ára skeiðið hjá Miðlastuðulsnevndini:
- Magnus Dam, løgfrøðingur og journalistur, eftir tilmæli frá Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya
- Beate L. Samuelsen, journalistur, eftir tilmæli frá Føroyskum Miðlafólkum
- Bergur D. Hansen, bókmentafrøðingur, eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya
Upplýst verður, at limirnir skulu samlað umboða førleikar, ið fevna um dyggan kunnleika til og innlit í føroysk samfelagsviðurskifti, fjølmiðlar, fíggjarviðurskifti og roknskaparviðurskifti.
Upprunaliga var tað Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, ið skuldi seta nevndina, men av tí, at hon metti seg vera ógegniga, heitti hon á Løgmansskrivstovuna at seta nevndina. Rigmor Dam er systkinabarn við Magnus Dam, nýggja formannin í nevndini.










