Í minsta lagi trý fólk eru deyð eftir ein skottilburð við jødiska privatskúlan Ozar Hatorah í franska býnum Toulouse í morgun. Franska tíðindastovan AFP skrivar, at minst tvey av teimum deyðu eru børn.
Blaðið Le Monde sigur seg hava fingið at vita frá eygnavitnum, at tað var ein maður á motorsúklu, sum skjeyt.
Í síðstu viku vórðu tveir franskir hermenn skotnir nærhendis Toulouse, og eisini tá var byrsumaðurin á motorsúklu.