Trý fólk møttu til konsert í Saltangará

- Listin og tónleikurin eru nógv ment á Skálafjørðinum seinastu árini, sigur Jóannes S. Hansen, sum samskipar tiltøk fyri Runavíkar kommunu.

Tónleikur og list

Hóast bert trý fólk møttu á eini áhugaverdari konsert í býráðshøllini í Saltangará herfyri, heldur Jóannes S. Hansen, sum samskipar tiltøk fyri býráðið, ikki, at hetta merkir, at eingin áhugi er í kommununi fyri tónleiki.
Hetta kvøldið, sum var eitt hóskvøld, spældi Sámal Petersen á violin og ein íslendsk kvinna á klaver.
- Hetta var ein frálík konsert, sum bara trý fólk nýttu høvi at hoyra, og tað var stórt spell, sigur Jóannes.
Hann sigur, at Norðurlandahúsið og Konsertfelagið plaga at hjálpa til at skipa fyri tiltøkum í Saltangará, og onkuntíð syrgir hann sjálvur fyri, at tónleikur og annað er á skránni í býráðshøllini, sum hann heldur er væl egnað til tílík tiltøk.
Spurdur, hví so fá fólk møttu júst hetta kvøldið í Saltangará, sigur Jóannes, at helst mundi orsøkin vera hon, at fólk, sum plaga at møta til konsertir, høvdu onnur ting at takast við.
- Her hendir nógv í økinum, og fólk hava nógv at takast við, sigur hann.


Áhugafelag

Jóannes heldur, at tað kanska hevði verið eitt hugskot við einum felag, sum stuðlaði uppundir slík tiltøk sum konsertir og framsýningar av ymiskum slagi.
- Nøkur fólk kundu tikið seg saman og møtt upp saman, tá ið konsertir og eitt nú
framsýningar eru á skránni. Hetta kundi verið eitt áhugafelag, sum t.d. hugnaði sær við drekkamunnni, áðrenn tey fóru út saman. Somuleiðis kundi eitt slíkt felag verið saman um eitt hvørt størri tiltak einaferð um árið, t.d. ein døgurðabita á John?s Resturant, Elduvík ella á Muntra í Fuglafirði.
Spurdur, um hann kundi hugsað sær at tikið stig til eitt sovorðið felag, heldur
Jóannes, at hann hevur nóg mikið at takast við sum er, men hann kundi væl hugsað sær at verið við.
Jóannes S. Hansen hevur verið organistur í Berøa síðan miðskeiðis í sekstiárunum, og seinastu 15 árini hevur hann havt kvøldskúla í málningalist, eitt nú í Saltangará, Strondum og í Fuglafirði.
Í vetur hevur hann undirvíst bæði á Strondum og í Fuglafirði.
Jóannes heldur, at bæði tónleikurin og málningalistin hava ment seg nógv í Eysturoynni seinastu árini, og tað fegnast hann um.
- Á hvørjum ári er tað onkur næmingur, sum eg havi havt í málningalist, sum sigur
seg fara at halda fram at mála, og tað er hugaligt, sigur Jóannes S. Hansen.