Í Niðurlondum stendur løgreglan tilbúgvin, eftir at trý fólk, teirra millum ein tænastumaður í løgregluni, eru funnin myrd í bygdini Kekerdom har eysturi í landinum. Tey myrdu, tveir menn og ein kvinna, vórðu funnin í gjár, skrivar blaðið De Gelderlander. Tað var ein granni, sum fann tey.
-Vit eru í ferð við at kanna sambandið millum løgreglutænastumannin og hini bæði, og enn eru allir møguleikar opnir, sigur ein talsmaður fyri løgregluna.
Kekerdom er hálvanannan kilometur vestan fyri býin Millingen. Umleið 600 fólk búgva í bygdini, skrivar NTB.