Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi kom ein drongur til verðina, og á Landssjúkrahúsinum í Havn vórðu ein genta og ein drongur fødd.
Hesi trý børnini sleppa bara at halda rættiligan føðingardag fjórða hvørt ár restina av lívinum.
Sambært Útvarpi Føroya eru 44 føroyingar á lívi, sum eru føddur 29. februar, og besta leypárið, tá talan er um nýfødd, var 1996, tá seks børn vórðu fødd.









