Trý eftir í toppinum

EB/Streymur misti í dag møguleikan at vinna FM. Eftir tapið á heimavølli ímóti NSÍ er felagsliðið níggju stig aftanfyri tey bæði oddaliðini.

B36 og NSÍ vunnu bæði torførar útidystir 1-0, og í báðum førum varð málið skorað í 2. hálvleiki ? í Streymnesi í yvirtíðini.

HB er framvegis seks stig aftanfyri tey bæði oddaliðini. Talan var um stóran avgreiðslusigur ímóti VB/Sumba, sum nú tykist vera fokið úr Formuladeildini.

Enn sær tað út til, at AB hevur somu kós, sum suðuroyingarnir hava, men vónin er betri í kvøld fyri Formulafótbólti á Argjum næsta ár, enn hon var undan hesum umfarinum. Við sigri á KÍ tók AB seg tvey stig inn á B71, sum fekk eitt stig á Skála. Nú er munurin seks stig, og í næstsíðsta umfari skal B71 spæla á Argjum.

 

Úrslit í 22. umfari:

HB-VB/Sumba 6-2 (3-1)

EB/Streymur-NSÍ 0-1 (0-0)

AB-KÍ 3-1 (1-1)

GÍ-B36 0-1 (0-0)

Skála-B71 0-0

 

Støðan eftir 22 umfør

B36 48 stig

NSÍ 48 stig

HB 42 stig

EBS 39 stig

KÍ 28 stig

Skála 27 stig

GÍ 26 stig

B71 23 stig

AB 17 stig

VBS 11 stig

 

23. umfar sunnudagin 23. september

KÍ-GÍ

NSÍ-AB

HB-EB/Streymur

VB/Sumba-B71

B36-Skála (mánadagin 24. september)