Trý donsk lið í hálvfinalunum

Eftir dystirnar um vikuskiftið er tað greitt, hvørji tey fýra feløgini í hálvfinalunum í norðurlendsku Royal League eru.

Trý av teimum fýra feløgunum eru úr Danmark. Tey eru Brøndby, OB og FC Keypmannahavn. Hálvfinalurnar verða spælar soleiðis: OB-Brøndby og FCK-Helsingborg. Hálvfinalurnar verða spældar hósdagin 8. mars.