Trý DM-gull til føroyingar

Rúni Seloy er tvífaldur danskur meistari í kappingini fyri dreingir 14 til 15 ár, og eisini vann Bjørk Herup Olsen eitt gullmerki, tá DM í frælsum ítrótti var á skránni um vikuskiftið

Fælsur ítróttur

 

Rúni Seloy, Bjørk Herup Olsen, Rebekka Fuglø og Jan Elmar Sørensen vóru føroysku umboðini, tá DM-kappingin fór av barkastokki í Esbjerg leygardagin.

Samanlagt vunnu tey trý gullmerkir, eitt silvurmerki og tvey bronsumerkir.

Tvey av gullmerkjunum átti Rúni Seloy, sum kappaðist í bólkinum fyri dreingir 14-15 ár. Leygardagin vann hann kappingina á 1500 metrum, og sunnudagin kom hann fyrstur á mál í 800 metra kappingini.

Bjørk vann silvur leygardagin á 1500 metrum, og sunnudagin gjørdist talan um gull á 3.000 metrum. Enntá við at betra føroyska metið við seks sekundum, soleiðis at hetta nú er 10.07,36. Bólkurin hjá henni er gentur 18 til 19 ár.

Jan Elmar Sørensen rann 3.00 metra forðarenning fyri dreingir 18-19 ár, og her gjørdist hann triðbestur av luttakunum.

Og Rebekka Fuglø kappaðist á 400 og 800 metrum fyri gentur 16-17 ár. Hon vann bronsu á 800 metrum og gjørdist nummar fýra á 400 metrum. Her var talan samstundis um nýtt føroyskt met við 1.02,48.