Trý deyð av fuglakrími

Fuglakrím hevur kravt trý mannalív afturat í Indonesia. Indonesisku myndugleikarnir siga, at talan er um eina 22 ára gamla kvinnu, ein 40 ára gamlan mann og ein 15 ára gamlan drong.

Sostatt hevur fuglakrím kravt 69 mannalív í Indonesia, síðani sjúkan fór at gera um seg.

Indonesisku myndugleikarnir hava leingi sýtt fyri at lata altjóða heilsustovninum WHO royndir av fólki, sum eru deyð av fuglakrími, men nú hava teir játtað, skrivar Reuters. WHO sigur royndirnar vera neyðugar í arbeiðinum at finna ein heilivág ímóti fuglakrími.