Tað var dramatikkur í góða summarveðrinum í Klaksvík í kvøld, tá ið næstbesta KÍ liðið vann 3 – 2 ímóti næstbesta liðnum hjá AB. Úrslitið ber við sær, at KÍ nú er næstfremst við 23 stigum – tvey stig aftanfyri Víking og eitt stig frammanfyri NSÍ, sum tó eigur heimadyst á ímóti HB. Tann dysturin, sum er tann síðsti í 12. umfari, er útsettur til mánadagin 10. august.
Eftir fyrra hálvleik var heimaliðið frammanfyri 3 – 0 . Eivin Sørensen legði KÍ á odda 1 – 0 í 19. minutti, og eftir stóran hálvan tíma bríkslaði Alex Troleis eftir lítlari løtu tvær ferðir fyri brotssparki til heimaliðið. Dávid Langgaard umsetti brotsspørkini til 2 – 0 og 3 – 0 í 34. og 36. minutti.
Tríggjar minuttir eftir steðgin minkaði Bartal Skaalum Petersen um munin til 3 – 1, og í 64. minutti umsetti Karstin Højgaard brotsspark til mál, og so var støðan 3 – 2.
AB tevjaði møguleikan at vinna stig, og argjamenn pressaðu fyri at javna, men tað eydnaðist ikki.
Fýra KÍ spælarar, sum vóru á listanum hjá besta liðnum í 6 – 2 tapinum ímóti B36 sunnudagin, vóru á vøllinum í kvøld – Dávid Langgaard, Børge Petersen, Steinbjørn Olsen og Jonn Johannesen, sum varð innskiftur beinanvegin eftir steðgin.
Millum teir á AB liðnum vóru Silas Eyðsteinsson, Jákup Pauli Breckmann, Tróndur J. á Høvdanum, Bartal S. Petersen, Gert Drangastein og Jónas Stenberg sum allir vóru á listanum, tá ið AB sunnudagin tapti 2 – 1 í Gøtu.
Víkingur | 12 | 7 | 4 | 1 | 26 | 12 | 25 |
KÍ | 12 | 7 | 2 | 3 | 23 | 20 | 23 |
NSÍ | 11 | 6 | 4 | 1 | 29 | 18 | 22 |
B68 | 12 | 5 | 3 | 4 | 25 | 17 | 18 |
HB | 11 | 5 | 3 | 3 | 25 | 19 | 18 |
B71 | 12 | 5 | 2 | 5 | 22 | 20 | 17 |
B36 | 12 | 5 | 2 | 5 | 17 | 22 | 17 |
07 Vestur | 12 | 3 | 5 | 4 | 16 | 18 | 14 |
FC Hoyvík | 12 | 1 | 2 | 9 | 15 | 38 | 5 |
AB | 12 | 1 | 1 | 10 | 14 | 28 | 4 |
12. umfar
10. august
NSÍ - HB
13. umfar
26. juli
B68 – Víkingur
HB – KÍ
B36 - NSÍ
AB – 07 Vestur
B71 – FC Hoyvík