Longu eftir fýra minuttum fekk Liverpool eitt brotspark, og tað tók Steven Gerrard sær av. Fyrst brendi hann, men bólturin stakk til hann aftur, og so var Liverpool á odda og á veg víðari úr bólkaspælinum. Liverpool skuldi fáa trý mál afturat í dystinum-eitt áðrenn hálvleik og tvey í øðrum hálvleiki.
Liverpool vísir vegin
Liverpool sigurin var ongantíð í vanda, og tá Fernando Torres í 11. minutti økti til 2-0 varð bara ein vegur. Um nakar sum helst ivi skuldi havt stungið seg upp, um hvønn veg sigurin fór, var hesin sløktur, tá Dirk Kuyt stutt eftir steðgin kundi økja til 3-0. Heilt móti endanum kundi ein ungur og sera skjótur Ryan Babel spurta frá allari Marseille verjuni og sláa sigurin fastan við tólv-tumma seymi. 4-0 til Liverpool á útivølli, og tað merkir at teir við sigrinum komu víðari til ”knock-out” umførini av Champions League.
Chelsea, javnt á La Mestalla
Chelsea høvdu longu tryggjað sær víðari luttøku í Champions League, so teimum noyddust ikki at gera nógv burturúr, tá teir vóru á vitjan í Spania, har Valencia tók ímóti teimum. Dysturin endaði við málleysum javnleiki, og hetta merkir at Chelsea vinnur sín bólk. Valencia, fer hinvegin bóltandi út úr ársins útgávu av Champions League, og má hetta ikki sigast at vera væntað, tá liðini byrjaðu uppá bólkaspælið.
Rosenborg ov stuttir
Rosenborg vóru á truplari uppgávu á útivølli í Týsklandi, har teir skuldu hava stig við sær frá Schalke, um teimum skuldu eydnast at koma víðari. Hetta gekk ikki sum ætlað, og verður tað tí heimaliðið Schalke, ið fer saman við enska Chelsea, víðari úr bólkinum.
Celtic, annað árið á rað
Eisini skotska Celtic megnaði at spæla seg víðari úr sínum bólki. Teir endaðu á einum øðrum plássi, bert aftanfyri Milan. Hetta varð longu greitt í síðstu viku, tí dystirnar vórðu framskundaðir, orsakað av at Milan í hesu vikuni, skal taka lut í heimsmeistara kapping fyri lið.
Real Madrid aftur nú
Ein kanska meira kendur gestur í ”knock-out” umførunum er kongaliga spanska felagið Real Madrid, og aftur hesa ferð megnaðu teir at koma víðari millum 16 tey bestu. Í sínum síðsta dysti vunnu teir sannførandi 3-1 móti italska Lazio, og tað merkir so at Olympiakos úr Grikkalandi, eisini komu millum ”fína selskapið”.










