Trý bretsk feløg fara í kvøld at dystast í áttandapartsfinalunum í Champions League, og haðani ætla øll sær víðari til fjórðingsfinalurnar, men tað verður ikki nøkur løtt uppgáva, tey hava.
Heima á Emirates leikvøllinum tekur unga Arsenal liðið móti rutineraðu harrunum úr AC Milan, ið eru í einari kreppu, hvat málverjum viðvíkur. Bæði brasilski Dida og australski Kalac eru skaddir, og væntandi verður tað 38-ára gamli Valerio Fiore, ið skal verja málið móti The Gunners í kvøld.
Fiore hevur ikki spælt ein dyst fyri besta liðið, síðan í 2003.
Í Glasgow í Skotlandi tekur eitt altíð væl kempandi Celtic, móti favorittunum úr Barcelona. Celtic hevur bert tapt ein dyst í Champions League høpi á heimavølli, og tað var afturi í 2004, tá júst Barcelona vóru á vitjan.
Í fraklandi spæla Olympique Lyonnaise móti Manchester United, og har verður høvuðssamtaluevnið, óivað dystur nummar 100 hjá Ryan Giggs í Champions League høpi. Hansara fyrsti dystur í hesari kapping var afturi í 1994.
Tann seinasti dysturin í kvøld er í heksaketlinum í Turkalandi, har fótbóltsøru turkarnar í Fenerbahce taka móti Sevilla.









