Trý brøðrapør við í B68 sigri

1.DEILD: Spildurnýggjur málskjútti var, tá ið EB/Streymur legði rygg til 3-0 tap á Svangaskarði

B68 vann í góðveðrinum á Svangaskarði í kvøld 3-0 ímóti EB/Streymi, sum næsta ár fer at spæla í 2. deild. Øll málini vórðu skorað í seinna hálvleiki.

Átta minuttir eftir steðgin setti Esmar P. Clementsen hol á. Spenningurin helt sær, inntil tað restaðu nítjan minuttir. Tá økti B68 til 2-0. Málskjútti var Andrija Radovanovic. 28 ára gamli serbiski spælarin var fyri aðru ferð á B68 liðnum, og hetta var fyrsta ferðin, at hann var millum málskjúttarnar.

3-0 málið skoraði Aleksandur Ó. Jensen, tá ið tað restaðu fýra minuttir.

B68 er á fimta plássi við 34 stigum, og EB/Streymur er á tíggjunda plássi við 12 stigum.

Í næstsíðsta umfari, sum verður annan leygardag, skal B68 spæla á Sandi, og EB/Streymur skal til Klaksvíkar.

Merkisvert var tað á Svangaskarði í kvøld, at tað vóru trý brøðrapør á B68 liðnum – tvíburarnir Bárður og Aleksandur Ó. Jensen, Karsten og Esmar P. Clementsen og Petur í Túni og Fríði í Túni Petersen, sum fyri fyrstu ferð varð skiftur inn á B68 liðið í 1. deild.