Um Harrin vil kemur annað trúboðaraskipið hjá OM ? ?Logos II? ? til Føroya í summar frá Kristi himmalferðardegi 24. mai til annan hvítusunnudag 4. juni.
Lagt verður at bryggju í Havn hósdagin 24. mai, har ligið verður í eina viku. Síðani verður flutt til Runavíkar, har skipið liggur, til tað fer avstað aftur.
Manning úr nógvum londum
Við skipinum eru um 200 ungfólk úr ymiskum londum í heiminum, serstakliga úr Latínamerika. Vit minnast við gleði vitjanina hjá gamla ?Logos? í 1983.
Tilsamans hava umleið 150 føroyingar virkað við OM umborð á skipunum og í ymiskum londum styttri og longri tíðarskeið, frá tí at henda tænasta byrjaði.
Endamál
Endamálið við vitjanini er
? at kunna um hin stóra tørvin úti í heimi
? at kunngera gleðiboðskapin, og at takka føroyingum fyri stuðulin á hesum øki í farnum árum.
Tiltøk undir vitjanini
Meðan ?Logos II? liggur í Føroyum, verða ymisk tiltøk umborð, og lið við ungfólkum frá skipinum fara at vitja ymsastaðni í landi. Almenningurin fær eisini loyvi til at vitja umborð, at síggja skipið og at keypa bøkur á tí stóru bókasøluni, teir hava umborð.
Eisini verða samkomur umborð fyri samkomuleiðarum, skúlabørnum, kvinnum og monnum hvør sær, ungdómum, leiðarum í føroyska samfelagnum o.s.fr.
Fríggjakvøldið 1. juni verður altjóðakvøld í ítróttarhøllini í Runavík.
Farið verður avstað aftur úr Føroyum annan hvítusunnudag, 4. juni.
Upplýsingar
Ynskir onkur at vita meira um ?Logos II? ella um OM sum heild, kunnu tey venda sær til OM umboðsfólkini í Føroyum, Gidda og Hjørleif Vang, tlf. 315390, ella til Beintu og Absalon Áargarð, tlf. 312655.
Eisini finnast upplýsingar á alnótini:
<sum> OM: www.om.org
<sum> Logos II:











