Trúboðaraskip til Hebridurnar

Seinastu tvey árini eru trúboðaraferðir gjørdar við Juvel II til grannalondini fyri sunnan, í mai 2011 til Hetlands, og í mai 2012 til Orknoyggjar. Nú verður aftur lagt frá landi, hesa ferð við kós til Hebridurnar.

Hetta er fyrstu ferð, at Hebridurnar fáa slíka vitjan úr Føroyum. Samband er við eina kristna samkomu í høvuðsstaðnum í Hebridunum, Stornoway. Undir vitjanini fer Juvel II at liggja við bryggju í Stornoway.

Fráfaringarløta í samband við Juvel II verður Kristi himmalsferðardag hósdagin 9. mai á Vestaru bryggju í Havn við sangi og tónleiki. Skipari er Petur Anker Gaardlykker úr Vági. Ávegis úr Havn, leggur Juvel II at í Vági, og fer manningin at taka lut á møtinum í Betel Kristi Himmalsferðarkvøld. Siglt verður av Vági seinni um kvøldið. Áðrenn fráferðina verður ein fráferðarløta við felagssangi og tónleiki. Svenning av Lofti, evangelistur, ið er leiðari fyri ferðini, fer at halda røðu við fráferðina. Við skipinum eru 15 fólk.