Átta amerikanskir trúboðarar, sum vórðu tiknir og skuldsettir fyri at hava roynt at smugla børn úr Haiti, eru latnir leysir og komu í morgun til USA við einum flutningsflogfari hjá amerikanska herinum.
Tey átta vórðu tikin saman við tveimum øðrum amerikanarum, tá tey vóru á veg um markið millum Haiti og Dominikanska Lýðveldið við 33 børnum.
Trúboðararnir greiddu frá, at teir høvdu fingið loyvi frá foreldtunum at taka børnini við sær, og ta frágreiðingina góðtók ein dómari í gjár.
Leiðarin hjá trúboðarunum og ein sjúkrasystir, sum var saman við teimu, sita framvegis í varðhaldi í Haiti.










