Trúboðanarstevnan verður sett í kvøld

Stóra stevnan í Runavík verður sett klokkan 17.30, og seinni í kvøld verða tveir fundir Stóra trúboðanarstevnan, sum brøðrasamkomurnar á Skálafjørðinum, á páskum skipa fyri í ítróttarhøllini í Runavík, verður sett klokkan 17.30. Tá fer sangbólkurin Salt at syngja tríggjar sangir, og Símin í Túni, sum í eina fjórðingsøld búði í frumskóginum í Venezuela, har hann var trúboðari, fer at siga nøkur orð um stevnuna.

Á fundinum klokkan 19 í kvøld fer Paul McIlwain úr Australia, sum er ein av ábyrgdarmonnunum fyri NTM trúboðanarfelagsskapinum, at tala, og sangbólkurin Vitin úr Klaksvík fer at syngja.

Klokkan 22 í kvøld verður filmurin End of the Spear vístur. Stevnan heldur fram í morgin og endar páskakvøld.