Trúboða og undirvísa í Kenya

Jens og Malena Meitilberg úr Tórshavn eru trúboðarar í Nakuru. Tey eru partur av New Life Ministry, sum Leif og Susanne Madsen úr Danmark stovnaðu í 1994. Endamálið við hesum arbeiði er at hjálpa børnum, sum eru illa stødd. Børnini fáa mat, klæði og skúlagongd, so tey kunnu klára seg seinni í lívinum.
Hallgerð Næs Simonsen úr Hvannasundi og Alberta Malena Gaardlykke av Glyvrum hjálpa til á skúlanum. Tær undirvísa børnunum. Í tveir mánaðir hava tær verið í Nakuru, og verða tær har í ein mánað aftrat.
Í løtuni vitja fýra føroyingar í Nakuru. Teir eru: Tummas Jacobsen, Fríðtór Debes, Sjúrður Joensen og Rúni Rasmussen. Teir hjálpa til við undirvísing í samkomuni Filadelfia.