Um ein fyrrverandi granna hjá mær í Havnini, sum var og er tiltikin fiskiklógv, havi eg hoyrt sagt: Hann er so fundvísur, at hann tevjar, hvar fiskurin er.
Hesi orð runnu mær í huga nú seint eitt kvøldið, eg sat inni á Café Dan Turèll í Keypmannahavn. Eg sat, við einum kaffikoppi, og eygleiddi ta sjóðandi mannamúgvuna, ungfólk mest, glað, prátingarsom, við framtíðini fyri sær. Brádliga varð eg førdur nøkur ár aftur í tíðina, inn í Kaggan í Havn. Klokkan mundi vera eini tvey um náttina. Eg hevði dansað meg heitan og sveittan, eggjaður av røddini hjá Robert McBirnie (ella kanska var tað Sámal Ravnsfjall) og var nú farin uppá at svala á mær.
Sum eg standi mitt í trunkanum, flótandi í sveitta, og blási, síggi eg, við eitt av teimum smáu borðunum stutt frá barrini, skaldið og kritikaran Carl Jóhan Jensen. Okkurt við hesi varsjón fekk meg at steðga á eina løtu. Her møsnaðu fólk, dreivaðu, sveittaðu, munnhøgdust, mussaðust ella syftust aftur og fram, hálvfull summi og væl tað. Og so, mitt í øllum róminum og roykinum, sást hesin einsligi profeturin, peiggjandi upp í loft sum eitt spjót, avbyrgdur frá umhvørvinum, uttan at síggja, hoyra ella sansa um nakað.
Veri dorgin long og agnið gott, hugsaði eg, ein slíkur maður fær ongantíð upp á træið.
Um at vera sær
Spurningurin um gott mótvegis illum, um hetjur og bølmenni, verður helst, so leingi heimurin stendur, óundansleppandi í list og bókmentum.
Ivaleyst er hesin spurningur eisini til staðar í stuttsøgusavninum PÍLAGRÍMUM eftir undirritaða, sum varð ummælt av Carl Jóhan Jensen í Fregnum 11.?17. januar í ár. Men hann er ikki eitt høvuðsbrigdi í hesi bók, og tá ummælarin á Fregnum roynir at smoyggja hesa nótina niður yvir teir níggju tekstirnar í hesi søgutorvu, vísir hann seg, ikki sum fiskikong, heldur ikki sum smáhepnan seiðabergspilt, men sum bókmentaligan vavskít.
Ummælarin styðjar sítt uppáhald við eitt nú at vísa til søguna Út um ringvegin. Men í hesi søgu eru hvørki hetjur ella bølmenni, og søgan snýr seg als ikki um moralskar ella etiskar spurningar. Heldur ikki sendimaðurin Herbert Holm, sum ummælarin roynir at kroysta inn í sín klombruta og primitiva mislesnað, er lýstur sum óndur, hann umboðar tvørturímóti eitt slag av, kanska eitt sindur kravsamari, ábyrgdarkenslu mótvegis høvuðspersóninum og móður hansara.
Hinvegin kann henda søgan sigast at nema við ein tematikk, sum sipað verður til í heitinum PÍLAGRÍMAR, og sum, meira og minni sjónligur, er til staðar frá fyrstu til seinastu síðu í hesi bók: menniskjans leitan eftir einum samleika, sum ikki er treytaður ella skaptur av samfelag, umhvørvi, uppaling ella ávirkan, einum samleika, sum er hennara egni, eftir, sum Heðin Brú sáli einaferð tók til ? at vera sær. Og hetta tema, eitt av mongum í bókini, verður gjøgnumspælt í øllum søgunum, í ymiskum hamum, á ymiskum stigum, og við ymiskum úrsliti.
Lagt kann vera aftrat, um Út um ringvegin, at søgan ýðir í máliskum, upplýsingum og sporum, sum kundu hjálpt tí bara eitt sindur at sær komna lesaranum at fingið eina hóming, og væl tað, av bæði persónslýsing, temum og, ikki minst, tíðarmynd og tíðarfesting í tekstinum. Spell fyri ummælaran, at hann ikki ráðførdi seg við onkran, sum var gløggari og næmari enn hann sjálvur, áðrenn hann tveitti hesa neyðarsligu teggju upp um niðasta lunn.
Eggjakoppurin
Stuttsøgan Rovfuglurin er eitt annað dømi um tann yvirskipaða tematikkin í savninum. Søgan inni í søguni ? um eitt møti millum tann gamla rættlesaran Fritz Friedrich og týska rithøvundin Hermann Hesse ? verður av Fritzi lýst sum verandi uttan "fynd og dýpd". Ein slík snild í eini frásøgn, at, um ein kann taka so til, devaluera eitt brigdi, sum kann vísa seg at hava týdning, er ikki ókent í bókmentum. Rithøvundum dámar at lumpa lesaran á henda hátt, og tað er mest sum ein sjálvfylgja, at tann gløggi lesarin varnast felluna og skilir. Men vavskíturin dettur, blindur og fundsørur, beint í grøvina, veipar sigursælur við síni makkapirru og rópar: var tað ikki tað eg segði, har er hvørki dýpd ella fynd!
Veruleikin er sjálvandi, at henda lítla søgan, fyri tey sum hava elskað Demian ella Die Morgenlandfahrt, kann hava sín áhuga. Avgerandi er kortini, at henda eskjusøgan ikki fær veruligan týdning, fyrr enn hon verður sæð sum partur av tí yvirskipaðu beinagrindini í sjálvum tekstinum. Sitatið úr Demian, sum Friedrich minnist á, tá hann, staddur inni hjá Hesse, sær tekningina av rovfuglinum, varpar ljós á tematikkin:
Eggið er verðin. Hann, sum vil føðast, má sorla eina verð. Fuglurin flýgur til Gud. Gudurin eitur Abraxas.
Tað er sjálvsagt ikki rithøvundsins uppgáva at díkja lesaran undir í fasittlistum. Tvørturímóti eigur hann at bjóða lesaranum av, geva honum mótspæl, royna hansara gávur at lesa, við sál, við likami, við sansum, við tanka. Millum teir spurningar, Rovfuglurin setir, eru eitt nú hesir: Í hvørjum líkjast Eirikur, Friedrich og Hesse? Og í hvønn mun megna teir at pikka hol á tann samfelagsliga treytaða eggjakoppin, hesa avbjóðingina, einki livandi menniskja sleppur undan at glímast við?
Millumrokningarnar
Eg sleppi ikki undan at tríva í ein annan tátt, tað, ein kanska kundi rópt millumrokningarnar í eini skaldskaparligari lýsing, eitt nú yrking ella stuttsøgu. Í Rovfuglinum hevur rithøvundurin valt at farið um evnið við lættari hond og fáum strokum.
Men skuldi ein hildið seg til ta bókmentaligu stevnu, sum Carl Jóhan Jensen umboðar, átti søgan at verið tjokkað við ástøðiligum útgreiningum um fyribrigdið individuatión (um hetta orðið er tað rætta), soleiðis sum tað verður lýst, vísindaliga ella hálvvísindaliga, av Freud, Jung, Adler, Fromm, Frankl umframt øðrum sálarfrøðingum. Somuleiðis áttu aðrir tekstir at verið stappaðir við søguligum, sosiologiskum ella politiskum ritgerðarkendum og vísindaligum tilfari. Í bókini Úr sjón og minni eftir Chr. Matras finna vit hesa yrking:
Fallin
Og stongin lá eftir
Elegant og fyndugt? Ummælarin á Fregnum, sum umboðar nýhugsan, nýskapan, nýbrot og nýroyndir, rykkir brýr og rennir eyguni í skaldið. Hvussu æt hann, Christian? Var hann svíningur kanska? Var langomman úr Depli? Hvat át hann tann morgunin? Visnaða gás? Fyltan lunda? Og hvussu við stongini ? úr bambusi kanska? Hví skal kunnleikin gleppa okkum av hondum ? um fyritráð, meskar, stangarskaft, horn, kós, hólk, ætt, avkom, maka, aldur, vakstrarlag og umdømi sum heild manna millum? Og fyrst og fremst: Hvat elvdi fallið? Órógv kanska um okkurt ræðandi bráðskifti í demografisku menningini á Viðareiði mitt í 19. øld? Og um so er, áttu vit ikki í yrking tygara at fingið djúpt innlit í hesa demografisku gongd, við grafiskum frymlum og hagfrøðiligum tabellum?
Stuttligt? Tað er sum mann tekur tað. Stuttsøga og yrking líkjast í tí, at tey bæði ikki so sjáldan umboða sjón, hugbirting, leik við orðum og myndum, tað subjektiva og epifaniska tinnuljósið, ið sjálvsagt mangan dylur eitt univers av millumrokningum. Men nú krevur tann tornæmi ummælarin at fáa allar millumrokningar á borðið. So dømið omanfyri er ein neyv og mest at kalla saklig lýsing av einum ráki í føroyskari ummælaramentan í árinum 2002.
Ein ósmæðin innrás
Men eitt annað mál er kanska uppaftur meira áhugavert. Fólk, sum hava búð í Føroyum tey seinastu árini, hava ansað eftir, at politikkur og hugmyndafrøði við ferð hava otað seg av sínum nátúrligu teigum inn á markir, har hesir máttir ikki hava sjálvsagda ? og als ikki óskerda -atgongd: inn í list og bókmentir og víðari inn í menniskjanna intimsferu.
Fyrst í árinum 2000, tað mundi vera í januar, upplivdi undirritaði eina heldur skemtiliga avleiðing av hesi gongd. Saman við konu og soni hevði eg raggað mær niðan í Ítróttarhøllina at hoyra The Dubliners. Sum siður er, hevði eg tikið eina pisu við, og vit gleddu okkum til eina lítla musikalska ólavsøku.
Eftir at upphitingarbólkurin hevði gjørt sína skyldu, kom maður inn á pallin, kvikliga, við staccatokendum gongulag, ikki ólíkur manni, sum marsjerar í takt. Men The Dubliners eru musikarar, ikki hermenn, hugsaði eg og narraði eyguni mistrúgvin. Maðurin fór yvir til mikrofonina og læt munnin upp, og tað var mær greitt, at hesir írarnir høvdu fingið eitt ruddiligt skeið í føroyskum. Tað vísti seg nú, at hesin nýggi sangarin var ikki nakar wild rover, men Zacharias Wang, sum sjálvboðin hevði átikið sær at halda ta tvungnu politisku inngangsbønina.
Fólk lurtaðu fólkaliga, og løtan var ikki uttan komikk. Hinvegin var hon sigandi. Hví skal tað ikki bera til longur at leska sær á í einum skýmaskoti ella fáa sær ein svingom í einum ølklubba uttan aðru hvørja ferð at verða drigin inn á hugmyndafrøðiliga gaddajørð av einum illbrýntum ayatollah?
List og politikkur
Sum øll onnur evni kunnu eisini politiskir og hugmyndafrøðiligir spurningar viðgerast listarliga. Men í fyrsta lagi er slík viðgerð sjáldan eintýdd ella góðtrúgvin, ofta eru tað júst mótspæl og tortrúni ? tann problematiserandi ella speiska tilgongdin ? ið borga fyri dygd. Í øðrum lagi er tað rithøvundurin sjálvur ? og bara hann ? ið setir dagsskránna.
Hvat mær sjálvum viðvíkir, so hevur mín áskoðan tey seinastu árini ? nú ein alda av spurningsleysari messianismu, og ein mótalda av ófloygdum afturhaldi, tykjast at hava rivið at kalla alt, sum minnir um sjálvstøðuga hugsan, sakligt orðaskifti, opnan dialog, eina skilbundna og ábyrgdarfulla viðgerð av politiskum og sosialum spurningum, við sær út á sjógv ? verið tann, at tey veruligu virðini í tilveruni, tey viðgerðarverdu evnini ofta eru at finna uttan fyri politikk og hugmyndafrøði ? í viðurskiftunum millum menniskju sínámillum, millum menniskju og umhvørvi og millum menniskuna og kosmos.
Programmlistin í hásætið
Um ein nú hyggur at serstakliga endanum í ummælinum hjá Carl Jóhan Jensen, tykist niðurstøðan sólarklár. Tann heimligi ummælarin krevur ikki longur dygd, men ? politiskan rættleika. Listin skal, um hon kann takast í álvara, kunna spennast fyri tann hugmyndafrøðiliga rossavognin. Listin skal vera politisk, ikki í tí merking, at hon eitt nú kann umboða ta fjølbroyttu, spyrjandi ella speisku viðgerðina, men í tí týdningi, at hon skal vera játtandi, eitt eintýtt áhaldsi.
Hetta hevur í fyrsta lagi ta avleiðing, at dygdargóð list verður forfjónað, og í øðrum lagi ta fylgju, at favnurin stendur opin fyri alskyns antin bráðgóðum ella beinleiðis vánaligum viðgerðum, har kortini hugmyndafrøðiligur rættleiki er stemplaður á atgongumerkið.
Hvussu langt er nú tann bókmentaligi profeturin, sum umboðar nýskapan, nýbrot og nýhugsan, komin? Hann er komin til ? árið 1935, tá tær totaliteru hugmyndalærurnar við síni dogmatisku og doktrineru listarligu stevnu høvdu sløkt at kalla alla veruliga skapan í serstakliga Týsklandi og Sovjetsamveldinum.
Í Russlandi hevði stuttsøguhøvundurin og dramatikarin Anton Chekhov nakað væl frammanundan spátt hesa gongd og ávarað ímóti einum tíðarskeiði, tá ein "trongskygd, ófatiliga uppgjørd, út av lagi sjálvhátíðarlig" listarfatan, púra sør fyri bókmentaligt nærlagni og listarliga samvitsku, fór at leggja sína vamlisligu og køvandi hond yvir landið.
Í Føroyum sæst hetta rákið gera vart við seg í báðum borðum. Ummælarin á Fregnum hevur í tveimum longum greinum gjørt greitt, at alt undirritaði hevur skrivað, skrivar og (so totaliter er hansara listarhugsan) eisini tað undirritaði fer at skriva er púra og aldeilis virðisleyst, so at eg havi spurt meg sjálvan, hvat eg í grundini havi at gera í Rithøvundafelag Føroya.
Samstundis hava vit sæð javnaðarmenn (sum, elvdir av onkrum høpisleysum skynsemisvondum bakslátri, hava gloymt, at hesin flokkur er runnin úr m.a. sjálvstýrisrørsluni, og at rithøvundar sum Hans Dalsgard og Heðin Brú ognaðust munagóð fræ til skapan og skaldskap úti á háskúlanum í Havn) frátikið tí ættarliði, sum kom heim til Føroya eftir kríggið, eitthvørt listarligt virði. Sum um vit føringar í dag kunnu vera yrkingarnar hjá Karsteni Hoydal, týðingarnar hjá Sigurði Joensen ella høggmyndirnar hjá Janusi Kamban fyriuttan?
Undir báðum hesum stevnum býr ein avlagað og greflig ? í orðsins sanna týdningi vulger ? politisk-mentunarlig dogmatikk. Hvat, kann ein spyrja, verður undir hesum dogmatiska harðræði, har tvíburarnir Taliban og Caliban skiftast um at rópa í mikrofonina, av eitt nú stíli, ljóðfalli, melodii, musikaliteti ? øllum tí, sum mest umvarðar í viðgerð og umrøðu av bókmentum?
Grá eru grá hús
Sum søgan vísir, hava hugmyndafrøðiligar innrásir altíð við sær, at listarligt afturhaldssemi og vánaligur smakkur troka seg fram at ærustólinum. Ummælið hjá Carl Jóhan Jensen av PÍLAGRÍMUM ýðir í dømum um hesa bókmentakritisku rebarbarisering. Sum dømi um vánaligan málburð hjá undirritaða vísir ummælarin til henda setningin í stuttsøguni Út um ringvegin: "Stefan hevði eina kenslu av, at hansara oyru stóðu á tá".
Ummælarin setur í rangastrupan, tí ? oyru kunnu ikki ganga á tá! Nei, olmussan, tað kunnu tey ikki! Ur kunnu heldur ikki vera bleyt. Sorgblídni kann ikki vera blátt. Mjólk kann ikki vera svørt. Ein maður, sum æt Gregor Samsa, kundi ikki vakna ein morgun og vera ein svartaklukka. Bob Dylan hoyrir í einum av sínum sangum the chimes of freedom flashing! Her er tað eitt ljóð ? kimandi klokkur ? sum glógvar. Hvat hugsar gamli Zimmermann fyri sær!
Kubisma og surrealisma hava, sum teimum flestu kunnugt, hálva og heila øld á baki í okkara listahugsan. Synæstesi (at blanda saman sansaárin) er eldri, metaforu kenna vit frá Homeros. Okkara bókmentaprofetur, dyrkaður av høgum og lágum á sínum serliga politiska hermóti, er komin aftur í steinøldina. Hava vit hesa trænaðu ? djúpt statisku ? stevnu í huga, eru Knút Wang og Marius Johannesen slóðbrótarar.
Nú má eg heldur skunda mær at siga, at eg als ikki kundi droymt um at líkna meg við eitt nú Dali, Kafka, Celan ella Dylan. Á teirri jørð, sum fevnir um handverkið stuttsøguskriving, av realistiskum og kanska onkuntíð meira floygdum, enntá veruleikaleysum slag, er eftir mínum tykki framvegis fitt av óveltum dyrkilendi eftir, ikki minst í Føroyum. Men ongin sleppur undan síni tíð, og sostatt heldur ikki undan at skriva um oyru, sum ganga á tá ella - kundi kanska verið sagt ? onkuntíð at fara upp á gólvið, myndaliga talað, ella góðtikið, um ikki annað eina løtu, at ? sum Karsten Hoydal einaferð tók til ? "grøn eru grá hús".
Boogie Street
Lat meg stutt taka saman um. Stríðið millum gott og ilt er til staðar í PÍLAGRÍMUM, men í fyrsta lagi er tað undirspælt, í øðrum lagi eitt av mongum temum og í triðja lagi er tað ? hvussu víkir og vendir - ikki ein meginlind í hesi bók, ið sum heild snýr seg um ráðaleys og leitandi menniskju.
Niður yvir hesa lýsing av ráðaloysi og leitan hevur Carl Jóhan Jensen lagt ein frymil, ið mest av øllum speglar aftur hansara egnu stívrendu, manikæisku dogmatikk, ta somu fundamentalistisku og xenofobisku stevnu, sum fyri tveimum árum síðani fekk henda mann at gera ein av stovnarum Rithøvundafelagsins ? William Heinesen ? útlagnan úr Føroyum. Mislesnaðurin verður serliga grefligur, av tí at ummælarin umboðar eina ikki em-, men egopatiska tekstnærkan. Oraklið í Kaggaróminum hyggur og hyggur og sær allastaðni ? bara seg sjálvan!
Aftrat hesum kemur eitt agg, hvørs grund er fjald fyri undirritaða. Carl Jóhan Jensen, ið sum kunnugt er illa kálvføddur málsliga, tunnliga bótaður mentunarliga og, hvat viðvíkir søguligum kunnleika, mest at kalla skóleysur, er ? tað lýsir av hansara epistlum - so dansandi óður inn á undirritaða, tí at eg ditti mær at duga føroyskt betur enn hesin andbráði Riddarin av tí Reyðu Húgvuni. Her standa vit yvir av tí gjógv, sum eitur undirlutakensla. Hana grøða eingi smyrsl.
Hvørji eru ráðini? Eg veit ikki ordiliga. Í síni seinastu fløgu TEN NEW SONGS lýsir Leonard Cohen á grípandi hátt heimin, soleiðis sum hann kemur til sjóndar, tá tú hevur verið leingi í nirvana og melur aftur á blóðið. Tað vísir seg tá, at víst er tað gott at sita við føturnar á Buddha ella sveima í sælu oman fyri mótsøgn og feigd, men best er hóast alt góða, gamla Boogie Street, har vit menniskjansligu pílagrímar liva, elska, sveitta, syrgja, doyggja og ? ikki minst ? seta svarleysar spurningar:
Though all the maps of blood
and flesh
Are posted on the door,
There´s no one who has told us
yet
What Boogie Street is for.
So kanska var tað eitt hugskot, um profeturin gloymdi dogmatikkina, fór yvir til barrina í Kagganum, drakk fimm snapsir og tríggjar portarar og síðani fór niðurundir at dansa og sveitta og nerta við síni medmenniskjur og gera okkurt býtt. Tað kundi kanska um ikki annað bøtt um lesiførleikan.
Sum menniskja hevur ein møguleikan at gerast fiskikongur. Sum hugmyndafrøðiligur mufti og dogmatiskur mullah verður ein verandi ? vavskítur.