Royking
Tað skerst ikki burtur, at Fyribyrgingarráðið spælir upp á nógvar ymsar streingir í herferð síni ímóti royking.
Eitt tiltak, sum ráðið hevur skipað fyri, eru ein teknikapping fyri børn og ein spurnarkapping fyri vaksin.
Og beint eftir døgverða leygardagin, varð tað sjálvur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almannamálum og íðin forsprákari ímóti royking, sum fekk heiðurin at kunngerða vinnararnar á torginum í SMS, har Fyribyrgingarráðið hevur skipað fyri ávaringartiltaki ímóti royking hetta vikuskiftið.
Í teknikappingini vóru børnini býtt sundur í tríggjar aldursbólkar. Í yngsta aldursbólkinum vóru børn upp til sjey ár, í mittasta aldursbólkinum vóru børnini í aldursbólkinum 7-10 ár og í eldsta aldursbólkinum vóru tey ímillum 11 og 14 ár.
Tilsamans komu 1200-1300 tekningar inn, so dómsnevndin hevði eina torføra uppgávu at finna vinnararnar
Men úrslitið var so, at í yngsta aldursbólkinum hevði Fróði Mørkøre í Klaksvík tað vakrastu tekningina. Í mittasta aldursbólkinum var tað Barbara Eiriksfoss í Havn, sum vann og í elsta aldursbólkinum var tað Jonhild Magnussen úr Miðvági, sum vann.
Tey fáa øll 500 krónur í part.
Eisini í spurnarkappingini vóru tríggir vinnarar og har varð sjálvsagt drigið ímillum øll svarini, sum komu inn. Sólrun Luid á Tvøroyri vann eina flogferð við Atlantsflog, Isabella Sivertsen í Norðdepli vann eitt stórt fiskafat og Oddmar Selfoss í Sørvági vann eitt gávukort uppá 1000 krónur í SMS