Trý børn hjá ríkasta manni í Danmark doyðu

Tað vóru børnini hjá Bestseller-milliardinginum Anders Holch Povlsen og konu hansara Anne, sum doyðu í bumbuálopi á Sri Lanka í gjár

 

Trý børn í somu donsku familju doyðu í bumbuálopi í Sri Lanka. Tað váttar Bestseller, sum pápin í familjuni, Anders Holch Povlsen, eigur, fyri fleiri miðlum, millum annað Ekstra Bladet, TV2 og B.T.

Til hesar miðlar skrivar samskiftisstjórin hjá Bestseller, Jesper Stubkier, soleiðis;

– Det kan vi desværre bekræfte. Vi beder jer respektere privatlivets fred, og vi har derfor inden yderligere kommentar.

Børnini hjá donsku hjúnunum eru trý av fleiri hundrað, sum doyðu í bumbuáloðum á Sri Lanka í gjár. Talið av deyðum er nú komið upp á 290 fólk, sum doyðu í seks bumbuspreingingum, sum raktu trý gistingarhús og tríggjar kirkjur.

##ms##

46 ára gamli Anders Holch Povlsen er av Bloomberg mettur at vera ríkasti maður í Danmark við ogn síni upp á 41,6 milliardir krónur.

Hann og familja búgva á góðsinum Constantinsborg nærindis Aarhus. Tá hann var 28 ára arvaðin hann klædnavirkið Bestsellr, sum foreldur hansara, Meret og Troels Holch Povlsen, stovnaðu í 1975. Hann eigur nú felagið einsamallur. Bestseller er felagið handan merki sum Vero Moda Only og Jack&Jones. Umframt tað eigur Anders Holch Povlsen stórar partar av nemli.com, designfelagnum Hay, Normal, Zalando, Stylepit og Asos.

Síðstu árini hevur Anders Holch Povlsen keypt so nógva jørð í Skotlandi, at amerikanska Forbes hevur kosið hann at vera landsins størst privata jarðareigarar.

Bestseller-milliarderurin Anders Holch Povlsen og seks ár yngra konan Anne áttu fýra børn.